top of page
(Arabic) العربية

Sea Hunter

Sea Hunter er mentur til botntrol og fiskiskap á botni, har lemmarnir kunnu ganga leysir frá botni uttan vektir aftanfyri. Tað sum eyðkennir Sea Hunter er, at hann spílar væl og er sera støðugur í sjónum, sjálvt um lemmarnir verða tiknir upp frá botni. Sea Hunter er harafturat lættur at draga og sera lættur at svinga og hála við, og hetta merkir, at trollemmurin er lættur at arbeiða við og samstundis orkusparandi. Sea Hunter riggar sera væl har tað er bleytur botnur og har ein hevur brúk fyri at halda lemmarnir leysar frá botni. Sea Hunter hava eisini riggað sera væl at fiska eftir rækjum í Barentshavinum.

 

Sea Hunter er virkaður úr hágóðsku Hardox 450- og S 355 stáli.

 

Trolarin Markus úr Grønlandi var tann fyrsti sum hevði hetta slag av lemmum og hann letur sera væl at teimum. Teir hava í 2016 fingið næsta settið av Sea Hunter umborð. Ummælið frá skiparanum á Markus lýsir væl, hvussu Sea Hunter eru at fiska við.

“(...) Teir eru góðir til at skjóta og hála. Geva meira skver, og standa væl spílaðir tá vit fara runt. Faktiskt teir bestu vit hava havt í so máta. Teir fara út í fult skver beinavegin, áðrenn trolið er komið á botn. Hanga sera væl á reyvini, og góðir at arbeiða við í allar mátar.

Hava annars roynt í 10 dagar nú, gott veður, og tað var tað eisini seinasta túr. Og  fakta er tað, at samanborið við seinasta túr,  tá lógu vit um 16.500 ltr/dg, og hendan túrin liggja vit um 15.800 ltr/dag. So tað er ein sparing í oljunýtslu higartil hendan túrin á sløk 5 %”

Mát

Okkara trollemmar verða virkaðir eftir tykkara ynski og tørvi.

Tillagingar

Hardox 550 stál

Slitskógvar

Originalskógvar við       slitjarni úr hardox 550

Specialbóltar við         - lásimøtrikki

Bracket-sjeklar og-bóltar

Litur

-

-

-

 

-

 

-

 

-

Myndasavn
Sp/f Rock Trawl-doors
Vágsvegur 52
FO-900 Vágur
Tel 28 28 43 (Umsiting)
Tel 28 28 43 (Søla)
T-postur rock@rock.fo
  • White LinkedIn Icon
  • White Facebook Icon
© 2023 Sp/F ROCK Trawl-doors
bottom of page