top of page
(Arabic) العربية

Starvslesandi á Rock


1. januar 2016 fingu vit eitt nýtt starvsfólk. Talan er um ein starvslesandi, ið kemur at arbeiða hjá okkum fram til juni. Talan er um Magnus Paula West, sum er lesandi á Aalborg Universitet.

Hóast vit eru ein lítil fyritøka, so eru vit á teirri áskoðan, at samskifti og marknaðarførsla er nakað vit mugu leggja serligan dent á í kappingini á bæði føroyska og altjóða marknaðinum. Afturat hesum, so geva vit einum lesandi royndir, ið hann ikki far á skúlabonki.

Um hann, vísandi til Magnus Paula, kann hjálpa okkum, so vilja vit gera okkara besta í at hjálpa honum, segði Hans í Líðini, stjóri.

Magnus Pauli er 28 ára gamal og ættaður av Tvøroyri. Hann lesur international business communication á Aalborg Universitet. Áðrenn hann fór at lesa, arbeiddi Magnus Pauli á TAKS sum málsviðgeri, og har hann náddi útbúgving innan almennafyrisiting og altjóða marknaðarførslu.

Vit á Rock eru sera glað at kunna bjóða houm arbeiðið hjá okkum.

Sp/f Rock Trawl-doors
Vágsvegur 52
FO-900 Vágur
Tel 28 28 43 (Administration)
Tel 28 28 43 (Sales)
T-postur rock@rock.fo
  • White LinkedIn Icon
  • White Facebook Icon
© 2023 Sp/F ROCK Trawl-doors
bottom of page