top of page
(Arabic) العربية

Super Shark

Super Shark er væl egnaður til nærum allan fiskiskap og trollemmurin kann eisini brúkast til at towa við leysum frá botni. Íslendingar, sum eitt nú royna á sera bleytum botni, hava sera góð úrslit við at  hava trollemmarnar áleið 10 til 15 m. uppfrá botninum. Okkurt einkult skip hevur eisini roynt Super Shark til flótitrol við somuleiðis góðum úrslitum.

 

Super Shark er virkaður úr hágóðsku Hardox 450- og S 355 stáli og tey 5 horisontalu skottini gera trollemmin sera haldgóðan, og harafturat sera støðugan í sjónum.

 

Ummælið frá skiparanum umborð á Haki lýsir væl, hvussu Super Shark eru at fiska við.

“Vit hava fiska báðum megin Cape Farewell í hálvan annan mánaða, og vit hava fingið 700 tons av toski og 38 tons av hýsu. Á fiskileiðini hevur verið sera ringt veður, men trollemmarnir hava verið góðir, teirra stabilitetur hevur verið fantastiskur og slit er einans á miðjuni á lemminum. Eg eri sannførdur um, at hesir 8,5 m2 trollemmar eru teir røttu til okkara trol.

Ísurin hevur verið okkum ein plága, og orsaka av ísinum hava vit ikki verið førir fyri at fiska í 10 dagar. Uttan ísin, so hevur fiskiskapurin verið góður.”

Mát

Okkara trollemmar verða virkaðir eftir tykkara ynski og tørvi.

Tillagingar

Hardox 550 stál

Slitskógvar

Originalskógvar við       slitjarni úr hardox 550

Specialbóltar við         - lásimøtrikki

Bracket-sjeklar og-bóltar

Litur

-

-

-

 

-

 

-

 

-

Myndasavn
Sp/f Rock Trawl-doors
Vágsvegur 52
FO-900 Vágur
Tel 28 28 43 (Umsiting)
Tel 28 28 43 (Søla)
T-postur rock@rock.fo
  • White LinkedIn Icon
  • White Facebook Icon
© 2023 Sp/F ROCK Trawl-doors
bottom of page