Sea Bat
Sea Bat er flótitrollemmur til fiskiskap tætt við vatnskorpuna og niður á djúpt vatn. Sea Bat eru lættir at arbeiða við, góðir at skjóta og hanga væl í gálganum. Sea Bat er m.a. sera væl egnaður til uppsjóvarfiskiskap eftir eitt nú makreli, svartkjafti, sild og kongafisk í Irmingarhavinum.
Sea Bat eru virkaðir úr hágóðsku Hardox 450- og S 355 stáli.
Ummælið frá Finni Fríða lýsir væl, hvussu Sea Bat eru at fiska við.
“Vit fiska nú við einum 3.200 maska Egersund troli og høvurlínan liggur á 30 favnum undir vatnskorpuni. Trolið stendur fantastiska fínt í sjónum og júst sum vit vilja hava tað at standa. Vit fiska eisini nærri vatnskorpuni uttan trupulleikar yvirhøvur.
Júst nú fiska vit makrel og lemmarnir gera teirra arbeiði til fullnar.
Eg skal siga klárt og tíðiliga, at lemmarnir gera tað sum vit vilja hava teir at gera, so vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir…
(...) Tað var heldur ikki nakar ivi tá vit fiskaðu sild og tá vit fiskaðu Svartkjaft, lemmarnir vóru veruliga ótrúðiliga góðir og tað er gott hjá skiparanum at vita, at hesir lemmar eru gjørdir av kvalitets hardox-stáli.”
Mát
Okkara trollemmar verða virkaðir eftir tykkara ynski og tørvi.
Tillagingar
Hardox 550 stál
Slitskógvar
Originalskógvar við slitjarni úr hardox 550
Specialbóltar við - lásimøtrikki
Bracket-sjeklar og-bóltar
Litur
-
-
-
-
-
-