top of page
(Arabic) العربية

Rock Trawl-doors

Frá byrjan av hevur Rock Trawl-doors verið ein føroysk fyritøku, ið hevur ment og framleitt sínar vørur í Føroyum og við føroyskari arbeiðsmegi. Vit hava lagt dent á góðsku og neyvleika, og at kundin er í miðdeplinum. Okkara vørur eru framleiddar úr hágóðsku ráðvørum og ætlaðar altjóða fiskiídnaðinum.

Rock Trawl-doors varð stovnað 1. oktober 2004 og endamálið var, at gera og levera jarn og stálvørur til trolaraflotan, herímillum at umvæla og gera trollemmar. Virksemi hjá Rock er síðani víðkað og fevnir um aðrar vinnugreinar og vørur.

 

Navnið Rock merkir klettur og tað var við tí í huga, at vit skuldu byggja á klettagrund, tá vit fóru í holt við at gera eitt nýtt trollemmavirki í Vági.

 

Tá stovnararnir av Rock fóru undir arbeiðið at stovna eina fyritøku, ið skuldi framleiða trollemmar, varð hugt eftir hvar fyritøkan skuldi staðfestast. Møguleiki varð at stovna eina fyritøku uttanlands, har framleiðslu kostnaðirnir vóru lágir og fjarstøðan til altjóða marknaðin var stutt. Men valið fall á Føroyar og varð Rock stovnað og skrásett í føroysku vinnuskránni. Hóast felagið nokk hevði havt størri vinning við, at framleitt sínar vørur uttanlanda, so høvdu tey arbeiðspláss og tann servitanin, ið Rock hevur, ikki verið í Føroyum í dag.  

 

Fyrsta modellið av trollemmum fekk navnið Super Shark og var ein víðari menning av teimum trollemmum ein kendi til. Hesir fyrstu trollemmarnir frá Rock høvdu 5 vatnrøtt skott og 12 plátur, í mun til 3 skott og 6 plátur á øðrum lemmum. Super Shark varð tí munandi sterkari enn aðrir trollemmar á marknaðinum. Hetta sæst eisini aftur, tí nakrir toskatrolarar hava brúkt eitt sett av lemmum í meira enn 6 ár.

 

Í 2007, sama ár sum Super Shark kom út, byrjaði Rock at framleiða eitt nýtt slag av flótitrollemmum. Hesir flótitrollemmar fingu navnið Sea Bat og royndust sera væl í pelagisku fiskivinnuni, bæði undir vatnskorpuni eftir makreli og á djúpum vatni eftir svartkjafti og kongafiski.

 

Eftir nøkur ár við framleiðslu av tveimum modellum av trollemmum, fór Rock undir at framleiða eina nýggja útgávu av trollemmum. Hetta nýggja modellið fekk navnið Sea Lion og hevur Sea Lion eina eyka sloku (spoilara) og 16 plátur. Henda eyka sloka gjørdi, at Sea Lion royndist sera væl á djúpum vatni. Vektin frá teimum 16 plátunum hevði við sær, at meira vekt mátti leggjast í botnin fyri at viga upp ímóti vektini ovast á lemminum. Sea Lion bleiv tí tyngri enn Super Shark, men als ikki tyngri at draga.

 

Nýggjasta modellið av trollemmum frá Rock er Sea Hunter. Sea Hunter er mentur til botntrol og tað sum eyðkennir Sea Hunter er, at hann spílar tað sama, sjálvt um tað verður towa við teimum nakað upp frá botninum. Harafturat er Sea Hunter lættur at draga, at svinga runt við og at hála upp gjøgnum sjógvin.

 

Rock framleiðir eisini rullivektir til nærum øll fiskifør. Afturat hesum veitir Rock eisini tænastur innan, eitt nú: umvæling av trollemmum og rullivektum, framleiðslu av øðrum stál- og jarnvørum til eitt nú alivinnuna, graviskuffur og slitlag á lastir til lastbilar. Eisini framleiðir Rock rampir at koyra í containarar á.

 

Fjarstøðan frá altjóða marknaðinum er eingin forðan fyri Rock Trawl-doors. Rock bjóðar sínum kundum fyrsta floks flutning av vørunum til har kundin ynskir, ella at leggja at við djúphavnina í Vági, tætt við framleiðslu hølini hjá Rock, og fáa vørurnar avleveraðar umborð.

 

Stovnararnir av Rock Trawl-doors, ið sjálvir hava staðið á trolarabrúgv, vita, at samskiftið millum framleiðara og kunda er eitt lykla økið fyri at kunna veita bestu tænastuna. Við hesum í huga so hevur samskiftið við bæði kundar og undirveitarar altíð verið eitt kjarnuøki hjá Rock.

 

Alt arbeiðið á Rock verður gjørt í Føroyum. Tilfarið, ið Rock nýtir, verður flutt inn og síðani virkað til og selt. Stovnararnir av Rock eru av teirri áskoðan, at Rock er ein føroysk fyritøka, og tað íkast, ið fyritøkan gevur tí føroyska samfelagnum og nærumhvørvinum í Suðuroynni, ikki kann gerast upp í krónum og oyrum, og tí er spurningurin um útveiting av framleiðsluni, ikki áhugaverdur.

 

Á Rock Trawl-doors arbeiða í dag 17 fólk og fevna arbeiðsuppgávurnar frá umsiting, sølu, menning til framleiðslu.

Sp/f Rock Trawl-doors
Vágsvegur 52
FO-900 Vágur
Tel 28 28 43 (Umsiting)
Tel 28 28 43 (Søla)
T-postur rock@rock.fo
  • White LinkedIn Icon
  • White Facebook Icon
© 2023 Sp/F ROCK Trawl-doors
bottom of page